Broytingarnar í náttúruni fevna víðari enn til einstøk djórasløg og búpláss. Heldur er talan um eina røð av broytingum, sum fara fram samstundis og sum virka við ymiskari tyngd.
Týdningarmikil tekin í náttúruni um veðurlagsbroytingar umfata millum annað, at:
• gróður byrjar fyrr um várið,
• fiskastovnar flytast longur norðureftir,
• minni er til av ávísum fuglasløgum ella, at fuglur tillagar seg við at broyta síni flytingarmystur,
• hvítabjarnir eru hóttar, tí ísurin brýtur fyrr enn vanligt
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo